Fyrsta FM-heitið á seinasta leikdegi

(Gullradio á Rás2) Hoyr samrøðuna, sum var við meistaravenjaran, Sámal Erik Hentze í sendingini "Gullradio" á Rás2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við høvuðsvenjaran, meistaravenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze, sum nú eins og Jóhan Nielsen hevur roynt at vunnið FM-heitið, sum venjari hjá trimum ymiskum feløgum.

 

Bagge vann FM við HB í 2009, og við B36 í 2014. Tá vann hann FM-heitið í næstseinasta umfarinum, og hann viðgongur, at tað hevði hann fyritrekt hesaferð, tí tað er ræðuliga strævið at skula draga avgerðina til seinasta leikumfarið. Í 2006 upplivdi Bagge at missa FM-heitið, sum hjálparvenjari hjá EB/Streymi á seinasta leikdegi, og hann staðfestir, at vinna FM-heitið og at missa FM-heitið á seinasta leikdegi er ein stórur kontrastur. 

 

Í samrøðuni fortelur Bagge eisini um hvussu hann innførdi eina nýggja spæliskipan í Víkingi, og hvussu hann fekk Sorin Anghel gandaðan fram aftur, sum spælara í effodeildini. 

 

Bagge hevur ikki eina líka bastanta útmelding, sum KÍ og HB um kappingarárið í 2017, men hann ætlar sær, ið hvussu er at verða millum fýra tey bestu liðini í effodeildini, og so taka tað harfrá.