Enn eru nógv stig eftir at spæla um, og tað kann væl vera, at onkur finala bíðar seinni á heystinum. Men sum støðan er í løtuni kann ikki sigast annað, enn at talan verður um lyklauppgerð, tá ið B36 seinnapartin fer at vitja við Løkin í Runavík.
- Áskoðararnir eru spentir, men vit fáa góðan frið. Spælararnir tosa ikki um FM. Avbjóðingin er stór, men vit síggja hana sum eina av sjey, sum eru eftir, áðrenn kappingarlok. Eftir 27 umfør verður gjørt upp, og so fáa vit at síggja, hvørja plasering vit hava spælt okkum til, sigur NSÍ liðformaðurin Óli Hansen, sum roknar við tættari uppgerð í dag.
Tríggir av teimum, sum higartil í ár hava gjørt stóran mun verða ikki við í B36 ferðalagnum í dag. Jákup Mikkelsen, Alex José dos Santos og Mikkjal Thomassen eru allir leikbannaðir. Jóan Pauli Jakobsen, sum fylti 18 síðsta sunnudag, tá ið hann varð skiftur inn í B36 málið, eftir at landsliðsmálverjin hevði sæð reytt, skal verja málið, og tí stúrir B36 venjarin, Kurt Mørkøre ikki fyri:
- Longu undan kappingarbyrjan segði eg við 17 ára gamla unglingan, at eg roknaði við honum, og at tað var eingin ivi um, at ábyrgdin fyri at verja málið fór at verða løgd á hann, um Jákupi skuldi borist frá. Hesum hevur Jóan Pauli livað við og arbeitt fram ímóti, og eg havi treytaleyst álit á honum sunnudagin, sigur B36 venjarin.
Kurt Mørkøre sigur, at teir fara til Runavíkar fyri at vinna, men tað kennist sum um, at teir í B36 høvdu verið fegnir, um teir høvdu eitt stig í viðførinum suðuraftur.