Fótbóltur
KÍ og NSÍ spældu ein undirhaldandi og lívligan dyst í Klaksvík sunnudagin. Bæði liðini vildu leypa á, og tey skaptu eisini nógvar málkjansir gjøgnum dystin. Bæði liðini kundu havt vunnið dystin, men tað gjørdist heimaliðið, sum átti munin við einum sigursmáli, sum kom eftir vanliga leiktíð.
Ein høgur bóltur varð sendur fram á vøllin, Paul Clapson fór upp og snittaði við høvdinum, og so var kviki og innskifti Erling Fles fyrstur á bóltinum og lyfti upp um Jens Martin Knudsen og í málið til 2-1.
Hetta gjørdist avgerandi løtan í dystinum, har NSÍ sanniliga eisini hevði síni tilboð at gera mál, men ein væl spælandi Meinhardt Joensen bjargaði fleiri ferðir naskum royndum.
Byrjaðu varisliga
Fyrstu 20 minuttirnar av dystinum var mest talan um spæl millum brotsteigirnar. Liðið pakkaðu seg bæði niður í verjustøðu og royndi síðani at spæla kontra, men longu miðskeiðis í fyrra hálvleiki var alt meira opið, og liðini lupu á málini við nógvum fólki.
Andy Olsen og Jústinus Hansen høvdu góð langskot móti málinum, men Meinhardt bjargaði væl, og stutt fyri hálvleikssteðgin stútaði Helgi L. Petersen eitt innlegg frá Christian Høgna Jacobsen móti aftaru stong, men bert ein framúr bjarging frá Meinhardti forðaði fyri einum leiðlsumáli til NSÍ.
KÍ hevði eisini sínar royndir. Ágangandi Paul Clapson varð takklaður í seinastu løtu, tá ið hann rann seg væl fyri, og Sinisa Jovanovic var nær við at skora eftir hornaspark.
Beint fyri hálvleik legði KÍ seg á odda. Heimaliðið hevði horna, og dómarin metti, at Sinisa Jovanovic varð skumpaður í ryggin, og so varð brotsspark.
Atli Danielsen setti trygt í netið, men dómarin dømdi umspark, tí Christian Lundberg hjá KÍ rann ov tíðliga inn í brotsteigin. Atli var ísakaldur við næstu royndini og setti aftur í málið, og so var heimaliðið á odda.
Nógvir kjansir
Seinni hálvleikur gjørdist eins undirhaldandi og fyrri, og bæði liðini søktu á málið hjá hvørjum øðrum. KÍ byrjaði betur eftir steðgin, og tað lá í luftini, at heimaliðið skuldi økja til 2-0.
Men hóast fleiri nask álop og onkrar góðar støður í brotsteiginum, eydnaðist tað ikki at skora. Hjalgrím Elttør hevði eitt gott skot úti frá, men bólturin streyk fram við stólpanum, og tá ið Jens Martin Knudsen rýmdi langt út úr málinum, mátti Pól Thorsteinsson bjarga skotroynd frá Paul Clapson á strikuni.
So hvør sum seinni hálvleikur leið, kom NSÍ meira og meira við í dystinum, og seinasta partin av dystinum vóru teir vandamiklari. Størsta kjansin hevði Christian Høgni, tá ið hann gjøridst leysur, men Meinhardt kom út og blokeraði sera væl.
Góðar 10 minuttir fyri tíð javnaði NSÍ. Julian Florescu, sum mest gjørdi um seg í sambandi við deyðbóltar, tók fríspark úr 20 metrum. Bólturin rakti ein KÍ-spælara, skifti kós og smeyg sær inn um við stólpan.
Eftir hetta høvdu bæði liðini stóran kjans at avgera. Tann fyrra kjansin fekk KÍ, og hann brúkti Erling Fles til fulnar. Tann seinna kjansin fekk innskifti Fróði Jóannesarson, tá hann gjørdist leysur mitt fyri, men enn einaferð bjargaði Meinhardt sera væl.
Samanumtikið ein góður og lívligur dystur, har bæði liðini vildu vinna, men har tað endaði við, at KÍ togaði seg trý stig fram um NSÍ á stigatalvuni.