Hondbóltur
Hondbóltsfepurin er í toppi í Runavík í hesum døgum. Fyri fyrstu ferð hava kvinnurnar hjá felagnum spælt seg í steypafinaluna, og bara tað í sjálvum sær er nakað, sum spælararnir fegnast um.
- Vit eru sjálvandi øgiliga spentar. Og eg haldi eisini, at tað er galdandi fyri øllum kring felagið, sigur Elinbjørg Hammer, sum er ein av spælarunum á liðnum.
- Nakrar av okkum hava ongan tíð spælt eina steypafinalu fyrr, og við teimum karmum, sum eru kring eina slíka, so er tað sjálvandi nakað serligt.
Hevur tað eisini merkt fyrireikingarnar hjá tykkum?
- Nei, tað haldi eg ikki. Vit hava kanska tosað nakað meira um tað trýst og teir nervar, sum kunnu merkja eina finalu, men í aðrar mátar haldi eg, at vit royna at fyrireika okkum á sama hátt, sum vit gjørdu, tá vit seinast spældu móti Stjørnuni.
Ta ferðina gekk sum so eisini rættiliga væl. Tjaldur vann á útivølli við fimm málum móti verjandi greipuvinnarunum, men hóast sigurin ber boð um, at Stjørnan kann basast, so tykist Elinbjørg ikki at leggja alt ov nógv í tann dystin.
- Tað gekk sjálvandi væl hjá okkum tann dystin. Men eg ivist ikki í, at Stjørnan eisini kann spæla betur enn tað, sum tær vístu sunnudagin, so vit hava ikki vunnið nakað sum helst, áðrenn dysturin er byrjaður, sigur Elinbjørg.
Føroyskur kvinnuhondbóltur hevur seinnu árini verið merktur av, at útlendskir profilar gera sín stóra mun á ymsu liðunum. Tjaldur er einki undantak í so máta, men Elinbjørg vil tó ikki tosa við í kórinum, sum sigur, at Tjaldur bert hevur útlendingunum at takka fyri síni úrslit.
- Tær høvdu ikki megnað tað einsamallar. Sjálvandi gera tær góðan mun á liðnum. Men við sínum dygdum eru tær eisini við til at lyfta okkum sum spælarar, so tað er nú ikki bert tær útlendsku, sum gera mun.
- Tær fáa sjálvandi eisini sítt at siga leygardagin. Men týdningarmest av øllum er, at vit fáa returrenningarnar hjá okkum at rigga, soleiðis at teirra kontraspæl ikki kemur ígongd. Klára vit tað, so kunnu vit eisini taka sigurin, sigur Elinbjørg Hammer.