Málið kom, tá Predrag Markovic sjey minuttir fyri leiklok fullkomuliga droppaði eitt annars vandaleyst skot frá EB/Streyma-miðvallaranum.
Undan hesum hevði heimaliðið mest dúvað upp á verjupartin, og tað var sjáldan, at Skála megnaði at hótta 2-0 leiðsluna, sum EB/Streymur hevði frá fyrra dystinum. Og við hesum í huga var tað fult uppiborið, at tað verður EB/Streymur, sum verður annar parturin í finaludystinum.










