Fyrsta fimleikarhøllin í Havn

Myndin er tikin í 1915.

Millum Perluna og Havnar kirkju síggja vit fyrstu fimleikarhøllina í Havn, sum varð bygd í 1870-unum (húsini við pílin).

Tá so realskúlin varð bygdur í Tórsgøtu, varð fimleikarhøllin tikin niður í 1916 og flutt niðan í realskúlan.

Vit rokna við at myndin er tikin í 1915, av tí at Perlan varð bygd í 1914 og fimleikarhøllin varð tikin niður í 1916, so má myndin vera tikin har ímillum.

Leggið til merkis jaktirnar sum av og áskipa í Vágsbotni.