Í morgin 19. mai kemur fyrsta ferðamannaskipið í ár. Tað er amerikanska Crystal Serenity frá felagnum Crystal Cruises sum kemur við 1.000 ferðafólkum.
Vit gleða okkum til at bjóða teimum vælkomin, sigur stjórin á Kunningarstovuni í Havn, Theresa Turidardóttir Kreutzmann.
Tað er so umráðandi, at ferðafólkini føla seg vælkomin hjá okkum, og tí eri eg so fegin um nýstovnaða felagið »Cruise Tórshavn«, sigur hon.
Endamálið hjá Cruise Torshavn er at skipa fyri so góðum karmum sum gjørligt, tá ferðamannaskipini koma, so at handils- og ferðavinnan fáa sum mest burturúr hvørjum skipi.
Vit hoyra javnan, at vit einki fáa burturúr, tá ferðamannaskipini eru her men tað krevur eisini ein innsats frá okkara síðu, og tí fara vit at gera handils- og ferðavinnuna meira klára til at taka ímóti skipunum tað gera vit við tí sokallaðu »Port Readiness« konceptinum, sigur hon.
Vanligt er, at umleið helvtin fer á útferð, og hin helvtin vitjar býin, sigur Theresa T. Kreutzmann.
Tað er Johan Mortensen við felagnum Baldursbrá, sum umboðar Crystal Serenity.