Mikudagin í komandi viku letur framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.
Tað serliga við hesi framsýning er, at fimm listgrafikarar hava sína fyrstu felags framsýning.
Listafólkini eru Karstin Olgar Lamhauge, Astri Luihn, Marius Olsen, Aase Bømler Olsen og Jóna Rasmussen.
Birgir Kruse letur framsýningina upp kl. 19.00. Framsýningin er forvitnislig, tí flestu grafisku arbeiðshættirnir innan fyri teir tríggjar høvuðsformarnar fyri grafikk eru umboðaðir ? nevniliga háprent, djúpprent og flatprent - men kanska ikki nýtt á vanligan hátt.
Háprent er linoprent og træprent. Astri Luihn og Marius Olsen hava spesialiserað seg við hesum prenthættum, ofta tó saman við øðrum prenttøkni.
A skeivari klótu
Astri Luihn hevur hesaferð m.a. eina seriu við heitinum: »Eg man vera komin á eina skeiva klotu, her er so undarligt!«
Í hesum eksistensiella høpi letur hon fuglar, settar inn í eitt næstan surrealistisk landslag, umboða menniskjans spurningar í tilveruni.
Marius Olsen setir sum vant spurningar í sínum myndum bæði við myndina sjálva og leiklut hennara.
Karstin Olgar Lamhauge, Aase Bømler Olsen og Jóna Rasmussen arbeiða vanliga við djúpprenti, raderingum og etjingum og eisini meira modernaðum tøkni sum fotogravur.
Aase Bømler Olsen hevur í fleri ár roynd blandingsformum, har hon ofta tekur støði í eini radering og letur sjálvt skapið á prentplátuni vera tað kompositoriska snúningspunktið - ofta sett saman við motivum í ymsum prenthættum.
Religiøs motiv
Karstin Olgar Lamhauge brúkar ymisk sløg av metallgrafikki, har han roynir seg fram við tøkniligum og innihaldsligum problemum og spurningum. Ofta við religiøsum motivum.
Jóna Rasmussen hevur tey seinni árini serliga arbeitt við teimum møguleikunum, fotografiska tøknin kann geva grafisku listini við at flyta foto til eina grafiska plátu og síðani prenta tað.
Eyðkent fyri øll hesi fimm listafólkini er, at tey bert prenta myndir sínar í heilt fáum eintøkum. Serstakt er eisini, at tey gera prentini sjálv, so at listafólkið setir síni egnu fingramerki á arbeiðið í øllum liðnum í prosessini. Tey skula ikki hava hjálp frá prenthandverkarum, sum ofta er, tá listafólk venda sær til litografisk verkstøð.
Tað er umráðandi at hyggja eftir um "Egið prent", "Tiré par l?artiste" ella samsvarandi er skrivað undir myndini. Tá hevur listafólkið sjálvt gjørt alt arbeiðið.
Framsýningin í Smiðjuni er opin hvønn dag frá kl. 14.00-18.00. Síðsti dagur framsýningin verður at síggja verður sunnudagin 19. august 2001.