Fyrsta føroyska symfoniin framførd

Fríggjakvøldið fór søgulig hending fram í Norðurlandahúsinum. Íslendska Symfoniorkestrið leikti Symfoni nr. 1 eftir Sunleif Rasmussen fyri fullsettum sali

Sunleif Rasmussen hevur skrivað sína fyrstu symfoni. Hon er samstundis tann fyrsta í føroysku tónleikasøguni.

Fríggjakvøldið leikti Íslendska Symfoniorkestrið symfoniina, ið hevur fingið heitið Oceanic Days. Íblásturin til heitið er frá William Heinesen, ið nevnir, at ?det er igen en af disse oceaniske dage?

Norðurlandahúsið hevði latið upp millum salin og Klingruna. Áhugin var stórur fyri søguligu konsertini og útselt var til konsertina fríggjakvøldið og tískil var eykakonsert leygardagin.

Sunleif hevur í verkinum roynt at lýsa havið, sum ein upplivir tað í Føroyum. Sermerkt var, at áhoyrararnir í salinum vóru sum smáar oyggjar. Tónleikur, ella hav, í allar ættir. Umframt orkestrið fremst í salinum, stóðu nevniliga eisini tveir tónleikarar, ið leiktu slagverk, aftast í salinum.


Dirigentur úr Sumba

Symfoniin var føroysk. Orkestrið íslendskt. Dirigenturin var hálvur føroyingur.

Bernharður Wilkinson byrjaði sum kórdrongur í London. Í 1969 fór hann undir tvørfloytustudium. Hann leikar við Blásarakvintett Reykjavíkar. Í 1975 fekk hann starv í Íslendska Symfoniorkestrinum.

Hann hevur fleiri ferðir stjórnað orkestrinum. Hann hevur eisini fleiri ferðir vitjað í Føroyum og hevur luttikið á Summartónum.

Bernharður Wilkinson er hálvur føroyingur. Mamman, Anna Dam, er úr Sumba.

Eftir frumframførsluna fríggjakvøldið fingu Berharður Wilkinson og Sunleif Rasmussen blómur handaðar. Síðani vóru røðarar á skránni. Fyrst var Helga Hjörvar, stjóri í Norðurlandahúsinum. Síðani Høgni Hoydal, landsstýrismaður, Helgi Hjörvar, Reykjavíkar Býráð, Pól Jákup Thomsen, Føroya Symfoniorkestur og Þröstur Ólafsson, dagligur leiðari í Sinfóníuhljómsveit Íslands.