Annika B. Mortensen
?????????????????
Tað er norðmaðurin Willy R. Kastborg, sum kom við hugskotinum. Hann helt at føroyasøga hevði verið ein stórsligin karmur til eina operu. Willy R. Kastborg er giftur til Føroya og búleikast bæði á Strondum og í Frederiksstad í Noregi. Hann skrivaði hendingagongd og operatekstin og setti seg síðani í samband við Kristian Blak, sum byrjaði at skriva tónleikin til "Arnhild og Eyðstein" í mai mánaða í fjør.
Operan, sum Dánjal Hoydal týddi til føroyskt, fylgir tveimum ættum í trimum ymiskum tíðarskeiðum í føroyasøgu. Fyrsti partur er í víkingatíðini tá Føroyar vóru kristnaðar, annar er í tíðarskeiðnum tá Føroyar hevði einahandil og Gabel hevði ræðið. Triði partur fer fram í nútíðini har stríðst verður um loysing ella samband við Danmark. Sambært Willy R. Kastborg er talan um eina kærleikssøgu og í øllum trimum tíðarskeiðum eru tað Arnhild og Eyðstein sum hittast.
Eivør Pálsdóttir er Arnhild og Ernst Sondum Dalsgaard er Eyðstein. Ernst er av Velbastað, hann hevur haft viðburð og er vorðin rættiliga kendur sum tenorur á Kongaliga Leikhúsinum í Keypmannahavn, sambært Willy R. Kastborg er Ernst "ein nýggj opera stjørna". Tveir aðrir solistar eru eisini í operuni, tað eru bass sangarin Fróði Sandoy og Herfinnur Ádnafjall, sum lesur tónleik í Islandi. Willy R. Kastborg sigur at talan er um "fýra sera góðir solistar". Kórið Tarita, stjórna av Sunleifi Rasmussen, og seks tónleikarar, flest allir kendir úr bólkinum Yggdrasil, lutaka eisini í "Arnhild og Eyðstein". Finnur Hansen hevur verið teknikari.
Kristian Blak sigur at besta orðið at lýsa tónleika-sjangruna er cross-over: "Sangurin er klassiskur, meðan tónleikurin er meira jazz kendur og eisini hevur rock elementir í sær". Hetta er fyrsta operaverkið hjá Kristiani Blak og alt bendir á at "Arnhild og Eyðstein" fara at røkka út um landoddarnar. Íslendska útvarpið fer í næstum at spæla brot úr operuni og arbeitt verður við at fáa tað sama í lag í Danmark og í Noregi.
Fyrsti partur av "Arnhild og Eyðstein" verður at hoyra í Útvarpi Føroya Langa fríggjadag klokkan 15:15, annar og triði partur verða sendir klokkan 16:45.