Fyrsta føroyska DVD in/sjónfløgan við tveimum fylgisneytum

Føroya Ungdómsráð gevur út Ung um Aldarmóti við tveimum ljómfløgum og eini sjónfløgu

Ja, so hendi tað aftur. Ein av fyrstu døgunum gevur FUR ta fyrstu føroysku DVD ina/ sjónfløguna út. Ja, tit lósu rætt, ta fyrstu sjónfløguna í Føroya søgu.
Um hon kemur einsamøll? Oh nei. Við sær hevur hon tveir fylgisneytar - nevniliga tvær - skulu vit siga vanligar fløgur - fyltar við tónleiki við tónleikarum heilt norðast úr norðoyggjunum suður til syðst á Suðuroynni.
Nú noyðast vit at spyrja, hvat ið er fest niður á hesar tríggjar fløgur.
Jú, lat okkum leggja fyri við tí elsta - og kanska tí yngsta/ nýggjasta.
Nei, steðga nú eitt bil - tað elsta kann ikki vera tað yngsta. Her krevst ein frágreiðing.
Vit noyðast ein túr til Vestmanna. Har finna vit í 1968 ungu garparnar við tí mergjaða navninum Thunderbirds. Musikalskir sum fáir, høvdu teir gjørt sær eitt lag, sum teir mettu vera ein evergreen, og fóru tí suður á Bryggjubakka at spæla lagið You better let him go inn og søgdu, at tað í fyrsta lagi skuldi koma út í næstu øld. Ráðini vóru fylgd, og her er tað so - umsíðir.

Kendir klassikarar í teenage stíli
Onkrir kendir klassikarar eru við, summir enntá í nýggjum hami, sum t.d. Tað er leygarkvøld, har Arnfríð Lutzen lyftir hann upp til skýggja, ella tak fosturlandssangin hjá H. A. Djurhuus, har Eivør Pálsdóttir endurføðir hann. Og ikki minst landaplágan hjá Árna Andreassen, Teenager Queen, sum hóast tíðar-innar tonn, bara er batnað.
Millum øll tey kendu tónleikanøvnini sum eitt nú teir báðir Hansen kollegarnir Jens Marni og Kim, Signar, Jóhan í Kollafirði, Elis, Hans Jakku Hjelm, Karl Martin, Georg, Ronnie, Sigrið Sivertsen, Magni Christiansen, Martin Joensen, Sølvá og Bergmenn, finna vit eisini nøkur ung stjørnuskot. Millum hesi ungu er bólkurin Stjørnuskot. 40 tannáringar í besta blóma, sum spíla seg út í sanginum Save The Children í besta We Are The World stíli. Blaðunga Matilda og ungu Ása og Durith syngja, hóast tað ikki ljóðar soleiðis, fyri fyrstu solo á einari útgávu, men tær hava also sungið frá tí tær komu úr móðirlívi. Somuleiðis hoyra vit Astrid Mc Donald við Teinum og Svein saman við Lindu Andreassen fyri fyrstu ferð á fløgu.
Í hesum ófriðar tíðum hoyra vit tíðum um Tangz og stríðstyrlur við drepandi megi. Tangz eru eisini her - og tað við megi, men teir brúka sína orku til at lýsa støðuna og søguna hjá Johnny Boy. Ungdómur og forelskilsi eru jú sum krókur og lykkja. Tí greiðir Rúni á Lágabø so meistarliga frá í sínum dreymakendu kærleikssangum. Um tit halda tykkum hoyra eitt sindur av óljóði, so skulu tit ikki lata tykkum ræða - tað eru bara Faroe Noize - um tit lurta neyvt, so er tað als ikki so galið kortini, og um tit leita væl og leingi, so finna tit Páll Finnur Páll.
Síðsta Skríggj
Henda útgáva er síðsta skríggj, og tí hava vit jú, sum vera mann, lurtað eftir meistaraverkinum Síðsta Skríggi og tikið tvær perlur haðani, Turbo Petur og Eitt forelskað par - Óivað við Læandi gullbrúnum eygum, sum Hans Jacob Hjelm plagar at syngja.
Sum Rúni Jákupsson plagar at taka til, so eru báðar fløgurnar sera fjølbroyttar og skifta frá stillum, yndisligum balladum, framvið svingandi poppi og góðum gospeltónleiki til harðan rock. Smb. Árna Joensen, høvuðsnavninum sjálvum, er eingin ivi, ja í roynd og veru kann tað als ikki diskuterast, at báðar fløgurnar hava ein sera góðan enda, har Einkikanndiskuterast.altkann elvir til og biður um at verða spældar umaftur og umaftur.
Eitt afturat. Um tit hava ein rímiliga nýggjan fløguspælara, so kann navn á sangi og orkestri síggjast á tí lítla rútinum/skíggjanum.
Sjónfløga
Men fyri at siga tað, sum tað er, so kann tað eisini vera eitt sindur spennandi at hava okkurt øðrvísi og slóðbrótandi til at taka.
Øll vita vit jú, at enn er eingin føroysk sjónfløga gjørd, so hví ikki bara leggja í vaði og seta seg í samband við ávísar tónleikarar og spyrja, um teir vóru sinnaðir at lata FUR sjónbandaløg ókeypis. So varð gjørt - og aftur her sýndu tónleikarar og høvundar sítt sanna og gávumilda lyndið og søgdu seg fegnar vilja stuðla tiltakinum. Her skal nevnast, at Eyðfinn Jensen úr Media Music hevur hjúklað um, klipt, reinsað og lagt nýtt ljóð inn á tey allarflestu sjónløgini, so nú eru tey vorðin nógv klárari enn áður.
Hvat goymir seg á sjónfløguni ?
Tað kunnu tit lesa í hesum gátuføra og loyniliga teksti:
Sum vera mann ræður um at hava gøtt kjølfesti, tá lagt verður frá landi. Tí skipa Týr fyri við Hail To The Hammer. Men vit skulu jú í land aftur og ringja eftir Taxi, og við Frankenstein á baksetrinum, eitt sindur plágaður av Izkiaz, bíða vit í mánalýsinum, ella sum onglendingar sig Waiting In The Moonlight eftir Brandi Enni. Drúgt er, og Longsul kemur á okkum, og vit minnast eymu røddina hjá Maluni Thomsen. Brádliga verða vit skrykt úr okkara dreymaverð av ógvusligum óljóði. The Faroe Noize hava rakt við ein oljulumma, eitt ordans Oljudýr. ReKiNi hildu, at nú var rætta Løtan til at ímynda sær lagið hjá John Lennon, Imagine, sum fátøk, hungursrakt børn úti í verð, syngja so rørandi her. Amnesty International Føroya Deild hevur latið okkum lagið. Vit fara heimaftur til Mítt land hjá Frændum og hoyra ein sang - fyri ungdómin- ein frælsissang, Skúlin er livur.
Blátt er liturin, sum umgyrðir allar føroyingar - úr erva sum í neðra - og Blátt er Til allar vinir.
Øll hugsa dag og dagliga um hann og hana - Tann einasta - tað gera Frankie, Eyðfinn og Malan so sanniliga eisini.
Nú kundi tað kanska ljóðað, sum um Georg eystan Á ikki dámdi ta hugsanina, hann rópar nærum varskó í Sasa sa sa, men tað gera Alex og Vinir so í øllum føri ikki. Teir vilja hava okkum at herja á Framá. Heini Lutzen tekur eisini undir við tí, men leggur dent á, at herja framá uttan Jesus hitt einasta, er eingin vón fyri framman.
Øll hesi videoløgini á hesi sjónfløgu eru kend og væl dámd, (tó so - nøkur spildurnýggj eru eisini við) og eru ogn føroya fólks og eru verd at Goyma í minninum. Tað heldur Pauli í Sandagerði saman við Carminu Maritimu eisini í sanginum hjá føðingardagsbarninum, 85 ára gamla Regini Dahl. (okkurt loyniligt, sum ikki stendur á húsanum, er eisini við - søgurnar siga, at tað er okkurt verk hjá M ussa Blues Band)
Stutt sagt: Henda 3 dupulta útgáva er ein MÁST eiga, og eigur tí at verða keypt og givin t.d. sum jólagáva. Einki er so gott sum ein spennandi og harður pakki undir jólatrænum. Útisetar eru eisini fegnir um at fáa okkurt serføroyskt sendandi.
V/ FUR
Mortan Weyhe, verkætlanarleiðari