Fyrsta EM-hálvfinala nakrantíð

Og útlitini fyri at Noreg spælir seg í EM-finaluna eru mett at vera góð.

Tað hava verið nógv óvæntaði úrslit í EM-endaspælinum, og tað kom m.a. Danmark at merkja, sum hvørki megnaði at vinna á Svøríki ella Týsklandi og harvið púra óvæntað reyk úr millumspælinum.


Eitt annað norðurland, Noreg, kann tó fegnast um óvæntaðu úrslitini. Tað mest óvæntaða var í gjárkvøldið, tá ið normenninir knógvaðu Nikola Karabatic og hinum stjørnunum hjá Fraklandi.


Dysturin endaði við 29-24-sigri til Noreg, sum á fyrsta sinni hevur spælt seg í eina EM-hálvfinalu. Besta EM-úrslit hjá teimum higartil er eitt 6. pláss.


Útlitini fyri at Noreg skal spæla seg allan vegin í finaluna eru góð, tí í hálvfinaluni bíðar Týskland teimum. Sambært veddingarfyritøkum, so er Noreg lítil favorittur.


Hálvfinalan ímillum Noreg og Týskland verður spæld í morgin, fríggjadagin kl.17.30 føroyska tíð. Dysturin verður vístur beinleiðis á TV2 Sport.