Fitt av fólki hevði leitað sær til tiltakið í morgun, tá ið nýggja el-løðistøðina hjá SEV, varð tikin í nýtslu á stóra parkeringsplássinum niðan fyri býráðshúsið í Klaksvík.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, fekk handaðan ein »lykil« frá Hákun Djurhuus, stjóra á SEV, sum ger støðina virkna. Síðani kliptu, Jógvan Skorheim og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Umhvørvismálum hvørju megin eina vakra sloyfu av einum silkibandi, sum var um støðina – hetta sum tekin um, at nú varð fyrsta almenna el-løðistøðin í landinum til el-bilar tikin í nýtslu.
Eftir tað vórðu tveir el-bil settir at løða – annar av borgarstjóranum, Jógvan Skorheim og hin av stjóranum í SEV, Hákun Djurhuus.
Síðani varð boðið til ein kaffimunn í byráðshøllini, har eisini røður vórðu hildnar, tiltakinum og umhvørvinum annars at frama – fyrst borgarstjórin, síðani landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, sum eisini umsitir umhvørvismál, Sirið Stenberg. Henni á baki kom Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.
Eftir røðurnar, handaði borgarstjórin, stjóranum á SEV og landsstýriskvinnuni hvør sítt búmerki - eitt bringuprýði av Nólsoyar Páll, sum »Áhugafelagið Nólsoyar Páll« hevur latið gjørt – hetta sum ímynd av vísión, nú fyrsta løðistøð í ladinum er sett í Klaksvík, júst har, sum Nólsoyar Páll eisini hevur gingið á válað í síni tíð.
Sum sagt var væl av fólki komið saman til hesa serligu hátíðarløtu, nú enn ein varði er settur í Klaksvík, umhvørvinum at frama. Eisini ein flokkur frá Tekniska Skúla var við, sum ger tað hugaligt at fara undir hetta nýggja stig – At tey ungu, sum eru tøkniliga áhugað vísa slíkum umhvørvisligum átaki ans, frøddi borgarstjóran, sum hann tók til í røðu síni.
Kanska verða júst hesi partur av vaksandi skaranum, sum fer at brúka el-orku til sínar bilar?
Myndirnar tók Dávur Winther