Maria Nattestad sýnir fram málningar og tekningar. Talan er um abstrakta list. Maria Nattestad er fødd í 1955 og er av Skipanesi. Hon gekk á listaskúla í Keypmannahavn 1992-94. Hon hevur áður sýnt fram. 4 ferðir hevur hon luttikið á Várframsýningini, men framsýningin, sum letur upp í Listaskálanum í dag, er fyrsta eginframsýning hennara.










