Fyrsta Dreamliner-flogfarið liðugt

Japanska flogfelagið ANA fær tað fyrsta flogfarið av slagnum Boeing 787 Dreamliner. Boeing-verksmiðjan sigur, at flogfarið verður latið japanska felagnum tann 25. september. Tað eru trý ár, síðani ANA bílegði 54 Dreamliner-flogfør frá amerikonsku verksmiðjuni.

-Flogfarið er liðugt, ANA er til reiðar at taka ímóti tí, og vit eru til reiðar at lata tað, sigur sølustjórin hjá Boring, Jim Albaug, í einum tíðindaskrivi. Hann leggur afturat, at við Dreamliner-flogfarinum byrjar eitt nýtt skeið í flogsøguni.

Upprunaliga skuldi Boeing lata tað fyrsta Dreamliner-flogfarið í 2008, men ymsir trupulleikar gjørdu, at framleiðslan bleiv seinkað nógv.