Leisðaln í Tour de France kunngjørdi í dag, at russiski súklarin Alexandr Kolobnev er koyrdur úr kappingini, tí ein kanning hevur víst, at hann hevur brúkt evnið Hydrochlorothiazid (HCT) í kappingini. Hóast evnið ikki stendur á dopinglistanum hjá altjóða súklisambandinum, sleppur Kolobnev ikki at halda fram í kappingini.
Alexandr Kolobnev, sum súklar fyri eitt russiskt felag, var í hópinum hjá danska felagnum Team CSC frá 1007 til 2009. Hann hevur fyrr vunnið silvur í HM og bronsu í OL.