Fyrsta danska gullið komið í hús

Í dag kom fyrsta danska Ol gullið í hús, tá Mads Rasmussen og Rasmus Quist komu fyrstir á mál í lættvekst-rógving.

 

Tað var ikki ódramatiskt, tá fyrsta danska gullið fyrr í dag gjørdist veruleiki. Í harðari kapping við bretsku rógvarnar komu Mads Rasmussen og Rasmus Quist á mál bara nakrar fáar sentimetrar frammanfyri bretarnar, sum annars vóru á odda tað mesta av rógvingini.

 

Tað mátti ein umstartur til, áðrenn rógvingin kundi gjøgnumførast. Eftir ein ringan start boðaði bretski báturin frá, at okkurt var gali við setrinum hjá ørðum av rógvarunum. Hetta er sum so í ordan, men hetta er aðru ferð at bretar hava fingið umstart eftir eina vánaliga byrjan, og fólk eru nú farin at seta spurnartekin við tað var við vilja.

 

Í innandurasúkkling váttaði ein av skúkklarunum hjá Bretlandi í liðsúkkling, at hann datt við vilja eftir ein vánaliga byrjan. Hetta fyri at fáa ein umstart. Tað var stutt eftir súkklingina, men tann forkláringin varð tó broytt til tíðindafundin nakað seinni. Tá vildu teir verða við, at bretin, sum er uppvaksin í Týsklandi, ikki visti heilt hvat tað var hann segði, tí hann ikki er so stinnur í enskum. Bretsku fjølmiðlarnir hava gjørt óvanliga lítið burtur úr hendingi.