Á tíðindafundi í morgun í fíggjarmálaráðnum varð løgd fram fyrsta budgetanalysan av fýra, sum landsstýrið hevur sett sær fyri at fremja í hesum valskeiðinum.
Hetta er ein ætlan, sum ABC hevur yvirtikið frá CHE-samgonguni, og fyrstaq av teimum fýra analysunum er gjørd av Sjúrkahúsverkinum.
Í 2009 stendur almannasektorurin á skránni, í 2010 skúla- og mentamál og í 2011 vinnumál.
Og nakað óvæntað kundu umboðini fyri analysufyritøkuna Valcon boða frá, at útreiðslustøðið hjá føroysku sjúkrahúsunum í veruleikanum lá undir støðinum hjá eitt nú Danmark, Íslandi og Bornholm, sum teir í stødd sammeta Føroyar við.
Hinvegin stendur eisini greitt, at við tí vøkrsti, sum hevur verið og er á útreiðslustøðinum á føroyska sjúkrahúsøkinum, koma vit upp á hædd við Danmark longu í ár.
Økingin hevur verið serliga stór seinastu árini, og meirnýtslan hevur verið munandi í mun til játtanina á fíggjarlógini. Hetta hevur ført til fleiri eykajáttanir, sum vit eisini kenna tað.
Neyvari stýring
Tey bæði umboðini fyri Valcon, sum hava gjørt analysuna, høvdu eina røð av tilmælum til tess at hava betri stýring á fíggarstýringini. Eitt nú mæltu tey til, at gjørdar vórðu meiri langtíðarsiktaðar fíggjarætlanir, so at tað ikki á hvørjum ári varð byrjað við blonkum pappíri.
Eisini søgdu umboðini, at gongdin um allan tann framkomna heimin gekk tann vegin, at tað í framtíðini krevjast fleiri og fleiri pengar til sjúkrahúsverkið, samstundis sum tað verða færri og færri borgarar at bera byrðuna.
Tí skal í størri mun gerast metingar av nyttu í mun til kostnað, tá fíggjarætlanir verða lagdar.
Á tíðindafundinum í morgun var so stórur áhugi fyri hesi analysuni, at fundarhølið mest sum var fult. Umframt teir tríggjar sjúkrahússtjórarnar vóru hópurin av politikarum og landsstýrisfólki eisini og lýddi á.