Tá ið Dagfinn Olsen í 86. minutti av dystinum á Eiði sunnudagin dømdi brotsspark til B36, var tað fyrsta brotssparkið hjá árstalsfelagnum í 49 landskappingardystum.
Seinast B36 fekk eitt brotsspark í landskappingini var tann 6. juli í 2003. Tá brendi Heðin á Lakjuni, sum hevði skotið tvey mál fyrr í tí dystinum. Mótstøðuliðið tá var GÍ.
Verður gjørt upp í minuttum gingu tað ikki færri enn 4446 minuttir frá brotssparkinum, sum Heðin brendi, til B36 aftur fekk brotsspark. Sunnudagin var tað ein annar klaksvíkingur, Allan Mørkøre, sum skeyt brotssparkið fyri B36, og í mun til Heðin skoraði Allan trygt.