Mikudagin klokkan 14 fer føroyska U-21 landsliðið í fótbólti fyri fyrstu ferð nakrantíð at spæla á heimavølli.
12. september eigur heiðurspláss í føroyskari fótbóltssøgu. Tað var henda dagin í 1990, at a-landsliðið fyri fyrstu ferð royndi seg í undankappingardysti. Hann varð spældur í Landskrona. Mótstøðuliðið var Eysturríki, Føroyar vunnu 1-0, og Torkil Nielsen skoraði einsamalla málið.
Í morgin, 12. september 2007, fer U-21 landsliðið fyri fyrstu ferð at royna seg á heimavølli. Mótstøðuliðið á Svangaskarði verður Grikkalandi, og tað er eingin ivi um, at mótstøðan verður ivaleysa stór.
Jóhan Troest Davidsen, sum stýrdi verjuni niðri í Italia síðsta friggjakvøld, verður ikki við í morgin. Hann er við a-landsliðnum í Litava. Nýggjur maður í miðverjuni verður Sam Jacobsen úr GÍ.