Tað vóru Annbritt Brynjolvsdóttir í Hoyvík og Alex Jacobsen úr Klaksvík, sum vórðu vígd av Jógvani Zachariassen, samkomuleiðara í Lívdini í Hoyvík.
Umframt at Jógvan Zachariassen helt eina talu fyri brúðarparinum vóru eisini solo- og felagssangur og fiól- og tvørfloytuspæl.
Umleið 250 fólk vóru komin saman í hølunum, sum vístu seg at vera sera væl egnað til hetta endamál.
Veitslan varð fyri innbodnum í samkomuhúsinum Oasuni í Hoyvík.









