Fyrsta barnið við mikrokefali sum fylgja av zikavirusinum føtt í Evropa

 

Heilsumyndugleikarnir í Spania kunngera, at fyrsta barnið við mikrokefali, tað er, ov lítlum høvdið, er føtt í Barcelona. Mamman fekk staðfest Zika-virusið í mai. Sjúkrahúsið í Spania váttar, at høvdið á barninum er minni enn vanligt og at heilin er undirmentur. Annars hava móðir og barn tað væl.

 

Evropiskir heilsumyndugleikar siga, at fleiri evropearar eru smittaðir, men higartil er tað einans hetta barnið, sum er føtt við avleiðingum av virusinum. Bara í Katalonia-økinum eru 21 kvinnur við barn smittaðar av virusinum aftan á, at tær hava ferðast í suðuramerika.