Klokkan var júst farin av átta í morgun, tá ferðamannaskipið Marco Polo kom siglandi inn á Havnina á síni ferð til bretsku oyggjarnar og Føroyar.
Talan er um eina sjón, ið havnarfólk kunnu venja seg við, tí hóast talan er um fyrstu ferð, at ferðamannaskipið kemur til Havnar í ár, so kemur skipið fimm ferðir aftrat til Havnar í summar, seinastu ferð 7. oktober.
Marco Polo er skrásett í Bahamas, varð bygt í 1965, er 176 metrar langt, 23 metrar breitt og hevur pláss fyri
800 ferðafólkum.
Marco Polo er ikki einasta skipið á Havnini í morgun. Ferðamannaskipið Minerva liggur nevniliga á vestara bryggju. Eins og Marco Polo er Minerva skrásett í Bahamas. Minerva varð bygt í 1989, er 133 metrar langt, 20 metrar breitt og rúmar 350 ferðafólkum.