Fyrsta av fýra ?El Clasico? í kvøld

Real Madrid og Barcelona bresta saman í kvøld. Tað er fyrsta av fýra uppgerðum millum risarnir í Spania í einum tíðarskeiði upp á bara 18 dagar. Estadio Santiago Bernabeu leikvøllurin í Madrid er í kvøld karmur um heimsins størstu lið uppgerð, tá arvafiggindarnir, Real Madrid og Barcelona, bresta saman í La Liga. Barcelona liggur átta stig frammanfyri Real Madrid og tí skal Real Madrid vinna dystin í kvøld, um teir skulu hava nakran møguleika at vinna sponsku landskappingina.

 

Seinast liðini spældu í La Liga vann Barcelona heili 5-0. Undan dystinum í kvøld hevur José Mourinho aftur verið í fokus. Á tíðindafundinum hjá Real Madrid vildi José Mourinho ikki siga eitt orð og sat bara hendur í favn. Hann er ónøgdur við fjølmiðlarnir og tí vil hann ikki siga nakað. The Guardian skrivar, at yvir eitt hundrað fjølmiðlafólk fóru frá tíðindafundinum, tá tað gjørdist greitt, at hann hevði hjálparvenjaran við sær, sum fór at hava orðið.

 

Barcelona hevur undan dystinum boðað frá, at liðskiparin og miðverjin, Carles Puyol, er tøkur aftur, men óvist er um hann spælur í kvøld.

 

Umframt dystin í kvøld, so møtast liðini 20. apríl í finaluni í steypakappingin og í Champions League møtast liðini í hálvfinalunum, sum verða leiktar 27. apríl og 3. mai. Dysturin byrjar klokkan 21:00 í kvøld.