Fyrsta 1. maidagshald í Vestmanna

Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri 1. maihaldið í Vestmanna. Tað er Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum skipar fyri, og verður tað gjørt sum ein fundur við røðum og tónleiki.

 

Fyri fyrstu ferð verður skipað fyri 1. maihaldið í Vestmanna. Tað er Norðstreymoyar Javnaðarfelag, sum skipar fyri, og verður tað gjørt sum ein fundur við røðum og tónleiki.

 

Tiltakið verður kl 18.30 í gomlu sýslumanshúsunum á Bakkavegi, sum kommunan hevur nýumvæld.

 

Røðarar verða Hilbert Elisson úr Vestmanna, Sonja Jógvansdóttir frá Samtak og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

 

Tað verður Signar í Homrum, sum fer at syngja og spæla.

 

Fyrireikarunum kunnugt hevur helst ikki verið skipað fyri 1. mai-haldi í Vestmanna fyrr, so tey vóna at undirtøkan verður góð.

 

Fyrireikararnir siga, at ein grund til, at tiltakið er so seint, er fyri at fólk eisini skulu kunna vera við til 1. mai-haldið í Havn, og haraftrat verður annað tiltak í Vestmanna seinni um kvøldið, tað er konsertin við Ken Hensley í Vektarbúðini.