Brot úr samrøðu í Sosialinum í dag. Keyp blaðið í handlum kring landið nú.
- Fyrsta kenslan var ótti fyri, hvat nú fór at henda. Síðani kom sorgin sníkjandi, men í dag eri eg ill, sigur Inna Tornroos, føroyingur í Stockholm
Sviar fingu fríggjadagin ein ordans frammaná, tá ið ein maður koyrdi ein lastbil oman eftir Drottninggata í Stockholm og drap fýra fólk og løstaði 15.
Sum vera man sita sviar í dag við sera blandaðum kenslum. Meðan summi eru í sorg eru onnur ill, og meðan óttin ger seg galdandi hjá summum, so var kærleikin í hásæti sunnudagin, tá ið tíggjutúsundtals fólk savnaðust á einum torgi mitt í býnum fyri at standa saman um tað, sum skelkaði tjóðina.
Inna Tornroos hevur búð í Stockholm síðani í 1993. Og eins og flest allir sviar hevur Inna havt eina ørgrynnu av kenslum rundan um tað sum hendi, síðani álopið fríggjadagin.
- Eg gjørdist fyrst av øllum bangin. Tí man veit jú ikki, hvat hendir aftaná eitt slíkt álop, greiðir Inna Tornross frá.