Komandi bygdarráð á Sandi hevur í høvuðsheitinum fýra øki at taka sær av, ið hava serligan týdning fyri bygdina, nevniliga:
? Havnalagið-asfaltering
? Kloakkir
? Barnaskúlin
? Barnagarður
Tað er altíð ringt at raðfesta, men høvuðsøkið fyri framtíðar trivnaði hevur sítt grundarlag í fíggjarligu fyritreytunum, og tí eigur alt at verða gjørt fyri at skapa umstøður hjá fiskivinnuni og tí, ið har tilhoyrir.
Havnalagið
Størsta skuldbindingin hjá kommununi er bundin av nýggju havnini. Bygdarráðið stóð á einum vegamóti, tá avgerð skuldi takast um, annaðhvørt havnin skuldi útbyggjast ella ikki, og hetta kravdi helst størri fíggjarorku, enn kommunan kundi bera, ella lata standa til, og harvið alt grundarlag, sum varð treytað av fiskivinnuni, vildi steðga upp. Bygdarráðið valdi at taka við avbjóðingini, og hóast skuldarbyrðan er tyngjandi í dag, so livi bygdin!
Havnaøkið vestan fyri flakavirkið er planerað, men neyðugt verður við asfaltering av økinum khetta verður ein neyðug uppgáva hjá nývalda bygdarráðnum!
Kloakkir
Ein týðandi fyritreyt fyri trivnaði eru góð og hóskandi kloakviðurskifti. Okkum er kunnugt, at tað er sera kostnaðarmikið at kloakera Sands bygd, tí økið er so slætt, hallið lítið, og tí er neyðugt við fleiri pumpustøðum, ið eru kostnaðarmikil. Arbeiðið er í gongd, men nógv er eftir, og er ætlan við neyðugum tekningum gjørd, so ein neyv planlegging er tøk.
Barnaskúlin
Sands bygd hevur ein ótíðarhóskandi bygdaskúla fyri minnu børnini. Hesin er umleið 120 ára gamal, og hevur fyri neyðini stórar og kostnaðarmiklar umvælingar/byggingar, men helst var rættast at bygt nýggjan barnaskúla.
Grundleggjandi eginleikar í børn okkara verða í fyrstu syftu skapt í heiminum saman við foreldrunum, men seinni skulu tey fáa kunnleika innan skúlagátt, og tí er neyðugt at karmarnir eru í lagi!
Barnagarður
Í hesum døgum hevur nógv verið frammi um barnagarð á Sandi. Málið er helst gjørt nógv størri og umfatandi, enn tað í veruleikanum er. Sands bygd hevur síðan miðskeiðis í 1980-unum havt dagrøktarskipan, ið efti rmínum tykki hevur riggað væl, men nú er ynski um at skipa røktina við barnagarði, og hevur bygdarráðið samtykt at vera við í hesi ætlan.
Samanum tikið kann sigast, at øll hesi ynski og krøv eru treytað av einari neyvari fíggjarstýring og tí verður tað avgerandi fyri komandi bygdarráð, at tað kennir sínar fíggjarligu ábyrgd!
Eyðun Viderø