Fyrst taka vit Manhattan – síðani Klaksvík

- Eg havi fylgt nógv við í fótbólti, og eg ynskti tí at koma til Føroyar. Eg má bara staðfesta, at hetta er eitt sera vakurt land, serliga her í Klaksvík ein slíkan vakran summardag sum í dag, sigur ungi týski ferðamaðurin Zascha Grabow. Hann hevur sett sær sum mál at vitja øll heimsins lond og støð – 757 íalt. Í summar var hann og vitjaði í staði nummar 431

Klaksvík: - Eg fari avstað við Norrönu mánadagin. Men kanst tú siga mær, hvussu eg komi til Rockall?

Fyrrverandi tennisleikarin og skíðinstruktørurin og myndamaðurin Zascha Grabow strálar av ferðahugi og lívsgóðsku, tá Sosialurin hitti hann í Klaksvík ein fagran summardag í august mánaði í ár.

Hann var júst komin higar á ferð úr USA og Íslandi, og skuldi nú víðari til Hetlands og Skotland í tráðan síni at gerast tann fyrsti – og helst eisini yngsti persónurin – sum hevur vitjað hesi ásettu 757 støðini hjá felagsskapinum Most Traveled People.

- Eg vil so fegin sleppa uppá Rockall, ið er eitt av støðunum á hesum langa listanum. Veitst tú, um eg kann fáa onkran at sigla meg út hagar?, spyr hann spentur á málinum. Tað eru bert 10 sum hava verið her áður, og nú ætlar Zascha at gerast tann 11.!!

Tað er týðiligt, at hesin týskarin ikki ætlar sær at helma í, fyrrenn málið er rokkið og hann hevur verið kring allan heimin. Hóast enn er langt á mál, tí enn vanta 315 støð, so hevur Zascha Grabow ikki beinleiðis skund at koma víðari.

Tá vit hittu hann í Klaksvík hevði hann fingið eitt minni arbeiði hjá eini fyritøku í býnum.

- Eg kundi gott hugsað mær at steðga eitt sindur longur her í Klaksvík. Um eg finni the-girl-in-my-life, fari eg ongan veg. Men so má tað vera skjótt, tí í dag er fríggjadagur og eg skal víðari longu mánadagin!, sigur hann við einum brosi.


Út í ta stóru verð

Ungur, og við góðum ferðahugi, fann Zascha Grabow ein dagin í fjør eina heimasíðu á alnetinum, sum nærum broytti lív hansara ella sum lat upp ein nýggjan heim fyri honum.

Hann hevði longu sum 28 ára gamal sett kós út í ta stóru verð – úr heimbýnum Talheim og hagar leiðin og ferðahugurin annars bóru hann.

Henda heimasíðan – sum greitt verður frá aðrastaðni á síðuni – var serliga ætlað teimum, sum høvdu sama áhugamál sum hann:

At ferðast kring heimin og soleiðis uppliva, hvussu onnur fólk livdu og høvdu tað. Síðani kundi ein stovnseta egna heimasíðu, har onnur kundu fáa lut í hesum upplivingum teirra.

Tað var kortini eitt annað sum var uppaftur meiri spennandi við hesi heimasíðuni. Her var nevniliga ein listi yvir eitt ávíst tal av støðum, sum einhvør ferðandi við virðing fyri sær sjálvum átti at vitja kring allan heimin, og sum ein kundi verða skrásettur fyri.


Áttu at sæð Klaksvík

Í hesum felagsskapinum var nú brádliga møguleiki at vitja nøkur ávís lond og støð, og síðani »kappast« við onnur um, hvør kann røkka fyrst teimum 757 støðunum, ið heimasíðan hevur valt út.

Ein partur av hesum er eisini at kunna koma við í Guiness-metbókina, sum tann persónurin ið hevur vitjað flest støð kring heimin. Hóast hann nústani er komin við í felagsskapin, er Zascha Grabow longu tann mest ferðandi týskarin og samstundis tann yngsti, sum hevur vitjað fleiri enn 400 støð.

- Tað er ein amerikanari - Charles A Veley - ið hevur vitjað flest støð beint nú. Men eg ætli mær í øllum førum at gera mítt til at taka hann aftur, sigur Zascha Grabow við einum brosi.

Ein part av hesi ætlan síni rakk hann í summar, tá hann vitjaði í Føroyum. Tað eru enn fleiri av kappingarneytum hansara, ið eiga hesa upplivingina til góða.

- Tey áttu øll at sæð Klaksvík. Tað er ein sera vakur býur, slær hann fast.


Hentur tummil

Tað tók sína tíð hjá Zascha Grabow at koma allan vegin til høvuðsstað norðoyinga. Í roynd og veru byrjaði ferðin fyri jól í fjør!

- Eg fór úr heimbýi mínum fyrst í desember mánaði, og tumlaði so allan vegin gjøgnum Frakland til Spania. Har steðgaði eg so í Barcelona í nakrar dagar, inntil eg fekk fart við einum skipi sum skuldi allan vegin tvørtur um Atlantshavið til Boston, greiðir hann íðin frá.

Haðani gekk ferðin til Florida, Jamaica og onnur støð. Í mai mánaði avgjørdi hann at tumla víðari: Upp gjøgnum alt USA, fyri síðani at enda henda partin av ferðini í New York.

Her var eydnan við honum: Hann kom við í eina týska sjónvarpssending, og umvegis hesa fekk hann goldið ferðaseðilin aftur til heimland sítt og yvir aftur til Boston!

Zascha Grabow hevði tá longu bílagt sær ferðaseðil til Íslands, har hann steðgaði í nakrar dagar. Og haðani gekk so leiðin til Føroyar og Klaksvíkar.

- Eg hevði hoyrt eitt sindur um Føroyar, tá tit spældu ímóti Týsklandi í fótbólti. Og vit, sum fylgdu við dystunum, spurdu ofta okkum sjálvi: Hvar í víðu verð liggur Føroyar?!

- Eg sjálvur gjørdist eyka forvitin, og ynskti tí at fáa størri kunnleika til hetta landið, sum einans tapti við einum máli ímóti sjálvum Týsklandi!, sigur Zascha við einum brosi.

Í dag kann hann so reypa sær av, at hann hevur gjørt tað sum 142 av limunum í felagsskapinum Most Traveled People: Vitjað í vakra landi okkara.

- Kanska eg komi aftur onkutíð!






Mest ferðandi kring heimin

Íalt er 757 støð, sum tey ferðandi hava møguleika at vitja, sambært heimasíðuni www.mosttraveledpeople.com.

Hann, ið hevur ferðast til flest av hesum støðum, amerikumaðurin Charles A Veley, hevur vitjað í 709 støðum og vantar einans 48, og tann næstmesti, Bill Altaffer hevur vitjað 663 støð og vantar sostatt 94 støð. Nevnast kann, at báðir hava teir verið í Føroyum.

Á listanum liggur Zascha Grabow á einum 25. plássi við íalt 442 støðum, harav Føroyar telja sum eitt teirra. Meiri fæst at vita um ferðir hansara á heimasíðuni www.saschagrabow.com





Tríggir føroyingar á listanum

Føroyingum hava altíð dámað væl at ferðast kring allan knøttin, um tey so ikki hava annað at prógva hetta við enn eitt stempul í einum passi.

Tað finnast tó teir føroyingarnir, sum eru við í felagsskapinum Most Traveled People. Hesir hava eisini sett sær sum mál at koma longu upp á listan, hóast enn er langt á mál.

Teir tríggir føroyingarnir eru: Sámal Bláhamar sum hevur vitjað 47 støð, Kamala Langgaard hevur sum hevur vitjað 25 støð og Kaj Egholm, ið hevur verið á 20 støðum.