Fyrst Gates so Bush

Kinesiski forsetin fór at vitja Bill Gates, áðrenn hann fór at vitja George W. Bush

Tá kinesiski forsetin, Hu Jintao, kom til Washington í dag, hevði hann longu verið á amerikanska statinum, sum ber sama navn sum høvuðsstaðurin. Í Seattle hevði hann hitt ríkmannin og Microsoft-stovnaran Bill Gates. Vitjanin var ikki ein roynd at niðra Bush, men heldur ein staðfesting av, at kinesisku myndugleikarnir eru farnir í hernað ímóti teirri stóru privatkopieringini í landinum, og sum hevur kostað Microsoft ovurhonds nógvar pengar, skrivar AP.
Tað er tí lítið at ivast í, at Hu Jintao fekk eina góða móttøku í Seattle, men tað verður øðrvísi í Washington. Amerikanska stjórnin vil hava betri javnvág í sam­handilin ímillum tey bæði londini, tí sum hevur Kina 1200 milliardir krónur í avlopi um árið í handlinum við USA.

Eitt annað evnið, sum stendur á dagsskránni hjá Bush og Hu Jintao er Taiwan, men hildið verður, at spurningurin um kjarnorkuvápnaætlanina hjá Iran fer at fáa støri rúmd. USA fær ikki undirtøku fyri tiltøkum ímóti Iran, og júst Kina er eitt av londunum, sum er ímóti at revsa iranar. Bush hevur kortini gjørt greitt, at hann er til reiðar at troyta allar møguleikar, eisini hernaðarligt álop um neyðugt.