Húsavík: Veðrinum bilar einki, men tað eru ikki nógv fólk at síggja. Flestu eru helst farin til arbeiðis, summi í oynni, onkur kanska av oynni, aðrir eru til skips og onkur er givin at arbeiða.
Einastu fólkini sum eru at síggja hesa løtuna, er eitt par sum er farið á bingjuplássi við onkrum óruddi. Men munur er á lívinum í bygdini ein mikudag í januar og einum mikudegi á hásumri.
Tá er Húsavík sum eitt paradís hjá familjunum og børnum teirra, sum velja at halda frí í bygdini við tí stóra sandinum, slættlendinum og summarveðrinum.
Fyri borgarstjóran og fólk í bygdini er tað helst eitt ynski, at hetta sama lívið eisini var hin partin av árinum. Men um hugt verður eftir hagtølunum, so hevur gongdin ikki verið serliga hugalig tey seinnu árini.
Tá tey vóru flest, búðu 188 fólk í Húsavík. Hetta var fyri 20 árum síðani, men síðani er talið farið niður um helvtina, tí fyrr í hesum mánaðinum vóru tey einans 79 fólk í bygdini.
- Tað er harmiligt, at bygdin skal vera minkað soleiðis. Tja, eg veit ikki, hetta er bara nakað sum vit hava vant okkum við, sigur Jákup Martin Sørensen, harmur á málinum.
Árgangurin ið hvarv
Tá tann nú 38 ára gamli borgarstjórin í Húsavík, Jákup Martin gekk í barnaskúlanum vóru rættiliga nógvir næmingar í lítla bygdarskúlanum.
- Ja, hetta talið er minkað so líðandi, eins og tað er við fólkatalinum. Vit vóru eini 15 børn í skúlanum, men nú eru bara tvey børn í skúlanum, sigur hann álvarsamur.
Orsøkin er sjálvandi hon, at fólkatalið í bygdini og í oynni í heila taki hevur verið í afturgongd tey seinnu árini.
Tað sum kanska ger støðuna uppaftur meiri álvarsama í Sandoynni er, at tað í mangar mátar er ein heilur árgangur sum er burtur.
- Eg má bara staðfesta, at mín árgangur er burtur, og at tey næstu eru eini 10 ár eldri enn eg.
- Tíverri er ov lítið sett við, og ov nógv farið av oynni, staðfestir Jákup Martin.
Ungar familjur
Hetta er triðja setan í bygdaráðnum hjá Jákupi Martin, og tann fyrsta har hann er borgarstjóri.
Hann má við sorg ásanna, at bygdin er minkað, men kann samstundis gleða seg um, at støðan kundi verið nógvar ferðir verri.
Ein sannleiki og eini gleðiboð eru tey, at fólk hóast alt eru flutt til Húsavíkar at búgva tey seinastu árini.
- Ja, tað góða er, at tvey nýggj sethús eru bygd og einar 3 familjur eru fluttar higar. Tað er ikki einki í hesum tíðum, slær Jákup Martin fast.
Onkur vil kanska seta spurnartekin við, hví fólk velja at búseta seg í einari av eysturbygdunum á Sandoynni. Her er einki arbeiðspláss, eingin skúli ella barnagarður, og kanska ikki so nógv, at fara til hjá teimum ungu.
- Men okkara vón er, at hesar ungu familjurnar fara at gera sítt til, at uppaftur fleiri fara at velja Húsavík sum heimstað sín.
- Vit hava so í øllum førum stykkjað út til fleiri, ið hava áhuga at ger sum hini, sigur borgarstjórin, Jákup Martin Sørensen.
Fóru ísenn
Jákup Martin Sørensen er føddur og uppvaksin her í Húsavík.
Skuldi hann gjørt sum javnaldrar hansara, hevði hann uttan iva búð onkra aðrastaðni enn her.
- Tað vísti seg, at alt tað unga fólkið fór av bygdini mestsum ísenn, greiðir hann frá.
At Jákup Martin framvegis býr í heimbygdini kemur fyrst og fremst av, at hann var so mikið heppin at fáa lærupláss sum timburmaður í Sandoynni.
Og nú hevur hann egna handverkarafyritøku.
Tunnilin MÁ koma
Eins og aðrir sandoyingar dugir Jákup Martin Sørensen illa at ímynda sær eina framtíð fyri Sandoynna, uttan so at ein undirsjóvartunnil verður gjørdur.
- Ja, tunnil, hann má bara koma, staðfestir borgarstjórin í Húsavík.
Enn er kortini einki sum bendir á, at hann verður framdur í verki tey fyrstu árini. Men ein tunnil hevur skund, tí hetta er nærum ein treyt fyri at ungfólk vilja búseta seg her í bygdini ella í oynni.
- Eg vil siga, at vit kunnu bíða eftir tunlinum í 10 ár. Men ikki longur enn tað.
- Kemur hann seinni enn tað, er tað ein spurningur um hann ikki kemur ovseint. Hetta er í øllum førum eitt mál sum hevur skund.
(húsavík borgmeistari 2 - høvuðsmynd)
VÓN
Hóast fólkatalið í Húsavík er minkað tey seinnu árini, eru kortini vónir um at tað fer at vaksa aftur. - Fleiri ungar familjur hava búsett her, og aðrar fara at koma, sigur borgarstjórin, Jákup Martin Sørensen
(borgmeistari 1)
ÍSENN
- Tað vísti seg, at alt tað unga fólkið fór av bygdini mestsum ísenn, sigur borgarstjórin, Jákup Martin Sørensen











