Fyrst Charley so Frances og so Ivan

Í gjár kundu Florida-búgvar krúpa úr ódnarskýlunum, eftir at Francis hevði gjørt burtur av sær. Men úti í Atlantshavinum er Ivan farin at flyta seg ímóti landi

Florida slapp væl burtur úr tropisku ódnini Frances, sum herjaði statin um vikuskiftið. Ódnin kravdi ikki mannalív, og tað komst helst av, at umleið 2,5 milliónir fólk vóru rýmd undan henni. Ein onnur orsøk var eisini, at ódnin var ikki so ring, sum veðurmenninir høvdu roknað við.
Skaðin var kortini stórur. Vindurin var nógvur, og harafturat regnaði tað av grimd. Nógvastaðni fór streymveitingin, so seks milliónir fólk lógu í streymloysi, húsaskaðarnir vóru nógvir, og stór øki stóðu undir í vatni.
Frances var onnur ódnin, sum hevur herjað Florida í seinastuni. Fyri trimum vikum síðani kravdi Charley 26 mannalív og gjørdi skaða fyri einar 50 milli-ardir krónur, og veðurmenninir hava longu boðað frá teirri triðju tropisku ódnini. Hon hevur fingið navnið Ivan og er stødd langt úti í Atlantshavinum. Vindferðin í hvirlunum har er næstan 215 kilometrar um tíman ella næstan 60 metrar um sekundið. Sambært veðurmonnunum fer Ivan at raka eysturstrondina á Florida síðst í hesari vikuni.