Tá hondbóltsfinalurnar verða spældar, verður spælt best av trimum. Hetta merkir tó, at tað í fyrsta umfar verður spælt best av tveimum, og hevur annað liðið tá fleiri stig, verður triði dysturin ikki spældur. Endar annar dysturin javnur, kann støðan í stigum jú vera 3-1 til liðið, sum hevur vunnið hin dystin, men hóast tað tá framvegis er møguligt at javna til 3-3 í stigum, verður triði dysturin kortini ikki spældur, staðfesta reglurnar hjá Hondbóltssambandinum.










