Fyrst Atlantic  síðani Lív

Ætlanin er at privatisera partar av fleiri almennum fyritøkum í 2006. Politiska viðgerðin í landsstýrinum av privatiseringini byrjar í næstum. Tá fara samgonguflokkarnir sum tað fyrsta málið í privatiseringstilgongdini at viðgerða Atltantsfl og. Hetta upplýsti Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í tinginum fríggjamorgunin. Ætlanin er at lýsa part av flogfelagnum til sølu í næsta ársfjórðingi í 2006. Eisini politiska viðgerðin av tryggingarfelagnum Lív verður tikin upp í næstum, helst um aldarskiiftið segði landsstýrismaðurin. Her er ætlanin at selja 50%.

Triðja almenna felagið, sum verður privatiserað er Føroya Tele. Næstu vikurnar fer landsstýrið at fáa uppskot um, hvørja leið man fer at velja á hesum økinum. Politiska viðgerðin av Føroya Tele verður eftir ársskiftið. Ætlanin er so, at politiska viðgerðin í samgonguni av hesum trimum almennu stovnum skal vera liðug, soleiðis at málini kunju leggjast fyri tingið áðrenn seinasta framløgudag 5. mars.

Um Føroya Tele segði landsstýrismaðurin annars, at landsstýrið hevur enn ikki tikið endaliga støðu, hvussu privatiseringin skal fara fram og her verður so serliga hugsað um netið. Hann vísti tó á, at ætlanin er at privatisera raksturin av Føroya Tele tvs. at selja allan tann partin av fyritøkuni, sum landsstýrið ætlar sær at sleppa av við í einum. Letur tað almenna netið frá sær, so kann tað koma hartil, at tað uppá sikt verður neyðugt hjá landinum at fáa sær egið net aftur.

Um privatiseringarnar sum heild segði Bjarni Djurholm, at almennu fyritøkurnar verða antin seldar lutvíst ella samlað.