Fyrrverandi Vesturvón eftirlýstur av Interpol

Norskir myndugleikar eftirlýsa skipið kring allan heim vegna ólógligan fiskiskap.

Norskir myndugleikar eftirlýsa skipið Thunder, fyrrverandi Vesturvón, kring allan heim vegna ólógligan fiskiskap.

 

Norski fiskimálaráðharrin, Elistabeth Aspaker, sigur við www.vg.no, at í gjárkvøldið fór eftirlýsingin út til 190 lond við hjálp frá Interpol. Orsøkina sigur hon vera, at Thunder, sum skipið nú eitur, stjelur fisk ella fiskar ólógliga í Barentshavinum.

 

Spurd um tað ikki er gjørligt at leita eftir slíkum skipum við fylgisveini sigur hon, at havið er ov stórt, og at tað ber til at goyma seg ella sleppa sær undan.

 

Facebook síðan ella bólkurin, ið kallast “ Skipini í Vágum”, veit eitt sindur søguligt um Vesturvón at siga:

 

Fyrrverandi Vesturvón frá 1969 hevur seinastu 15 árini verið á svartalista fyri at fiska ólógliga eftir patagoniskum tannfiski við Antarktis.
Vesturvón bleiv seldur til Onglands í 1986. Og seldur víðari í 1998.
Søgan hjá Vesturvón í stuttum:
Bygdur 1969 á Hatlø Verksted í Ulsteinvik, Noreg
Longd: 61,75 mtr
Breidd: 10,24 mtr
Stødd: 835 BRT. & 660 NRT.
Mesta ferð 14,25 knob
Høvuðsmotorur: 2200 Hk MWM
Skipaslag: Hekkutrolari/Flakatrolari



1969 – Vesturvón VA200, Sørvág 
1986 – Arctic Ranger - UK
1998 – Rubin -
2003 – Typhoon I - Belize
2010 – Kuko
201? – Thunder
201? – Wuhan No.1

 

Mynd: Fiskeri - og kystdepartementet.