Rón Corbett, sum var venjari hjá LÍF í 1987 og 1988 og hjá SÍF í 1993, er farin, 76 ára gamal. Hann andaðist hin 26. apríl á sjúkrahúsi í heimbygdini Dudley.
Ron Corbett var breti, men í 1987 lá leiðin til Føroya. Sambært heimasíðuni Faroesoccer.com, var hann venjari hjá LÍF í 1987 og 1988. LÍF endaði á 7. plássi bæði kappingarárini. Í 1987 vóru átta lið í bestu deildini, men av tí at deildin varð víðkað til 10 lið í 1988, flutti eingin niður tað árið og LÍF varðveitti tí plássið í bestu deildini.
Hann hevur eisini verið venjari í yngru deildunum, millum annað í SÍF í 1993, og sambært eini grein í enska blaðnum Express and Star, var hann eisini í Føroyum beint eftir aldarskiftið.
Umframt Føroyar, vitjaði hann í Jamaica, og í norðuramerika.
Ron Corbett spældi við Wolves og West Bromwich sum tannáringur, og eftir hernaðartænastu sína spældi hann millum annað við Kidderminster. Síðst í sekstiárunum byrjaði hann sum venjari, og fekk venjaraprógv í 1975.