47 ára gamla Liz Truss vann stríðið um leiðandi sessin í konservativa flokkinum og tekur harvið yvir sessin sum forsætisráðfrú. - Foto: Geoff Caddick/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi uttanríkisráðfrú nýggjur konservativur leiðari

Liz Truss tekur við sum forkvinna í Konservativa flokkinum í Bretlandi eftir Boris Johnson, sum leggur frá sær

 

47 ára gamla Liz Truss vann stríðið um leiðandi sessin í konservativa flokkinum og tekur harvið yvir sessin sum forsætisráðfrú. - Foto: Geoff Caddick/Ritzau Scanpix

Eftir stríð í fleiri mánaðir endaði tað í dag við, at Liz Truss er vald til forkvinnu í Konservativa flokkinum og forsætisráðfrú í Bretlandi.

Tað hendir eftir atkvøðugreiðslu millum flokslimir, har hon vann á Rishi Sunak.

Lesið meira um Liz Truss her:

* Navn: Mary Elizabeth Truss.

* Aldur: 47 år.

* Fødd: 26. juli 1975 í Oxford, Bretlandi.

* Dóttir Priscilla Mary Truss, sjúkrasystir, og John Kenneth Truss, matematikkprofessara.

* Tjóðskapur: Bretskur.

* Útbúgving:

- Hevur lisið filosofi, politikk og búskap á Merton College, Oxford.

* Politisk yrkisleið:

- Hon royndi uttan eydnu at verða vald inn í bretska tjóðartingið í 2001 og 2005.

- Í 2006 varð hon vald í býráðið í Greenwich.

- David Cameron, táverandi fromaður í Konservativa flokkinum, setti Liz Truss á listan yvir høvuðsvalevni til valið í 2010. Liz Truss fekk eitt valdømi, sum var mett at fella til ein konservativan, og hon vann sæti í tjóðartinginum við fleiri enn 13.000 atkvøðum.

- Í 2012 var hon tilnevnd til undirvísingarráðfrúa, og tvey ár seinni varð hon flutt up til tyngra sessin sum umhvørvisráðfrú.

- Í 2019 varð hon tilnevnd sum ráðfrú fyri kvinnur og javnstøðu.

- Í 2021 varð hon tilnevnd uttanríkisráðfrú sum onnur kvinna í bretsku søguni.

* Vinnuurkisleið:

- Tá Liz Truss var liðug við útbúgving sína í 2000 starvaðist hon við roknskapi í telesamskiftisfelagnum Cable & Wireless Communications og fyri orkufelagið Shell.

- Í 2008 fór hon at arbeiða fyri borgarliga hugsunasmiðjuni Reform.

* Privat: Gift við Hugh O'Leary, sum arbeiðir við bókhaldi. Saman hava tey tvær tannáringadøtur.

* Annað:

- Sum sjey ára gomul spældi hon leiklutin sum Margaret Thatcher, fyrrverandi konservativ forsætisráðfrú, í einum leiki á skúlanum. 

- Bæði foreldur henna eru vinstrasinnað.

- Á universitetinum var hon virkin í ungdómspolitikki - fyri fyri Liberaldemokratarnar, áðrenn hon skifti til tey Konservativu.

- Í 2010 skrivaði hon saman við fýra øðrum konservativum tinglimum bókina »Britannia Unchained«. Har viðmæla tey at sker niður í útreiðsluna hjá tí almenna, og tað var við til at fremhevja Truss sum ein av leiðandi forsprákarunum fyri marknaðarpolitikki.

– Lis Truss var fyrst fortalari fyri at Bretland skuldi vera verandi í ES, men eftir fólkaatkvøðuna, sum vísti meiriluta í móti, skifti hon støðu og segði, at brexit gav møguleikar fyri at broyta mátan, tingini verða gjørd uppá.

Keldur: BBC, bretska tjóðartingið, Britannica.

/ritzau/

 

47 ára gamla Liz Truss vann stríðið um leiðandi sessin í konservativa flokkinum og tekur harvið yvir sessin sum forsætisráðfrú. - Foto: Geoff Caddick/Ritzau Scanpix