HB er í hesum døgum á venjingarlegu í Suðuroynni og hevur ein danskan miðverja til royndarvenjing. Talan er um Delphin Tshiembe, sum millum annað hevur spælt saman við Halli Hansson í AC Horsens. Hann er í dag uttan sáttmála.
HB leitar í løtuni eftir einum miðverja at avloysa Lasse T. Andersen, sum er farin av landinum aftur. Ein avloysari kundi verið Hørður Askham, men hann er langtíðarskaddur við knæskaða.
Delphin Tshiembe hevur millum annað spælt 39 dystir í Superliguni við AC Horsens, og 19 dystir í skotsku Premier League við Hamilton. Hann er ein høgur miðverji, sum eisini hevur spælt á miðvøllinum.
Delphin Tshiembe 28 ára gamal og 1.88 sentimetrar høgur. Sambært Transfermarket spældi hann seinast í marsmánaði 2019.











