- Tað er ein vánalig og órealistisk loysn hjá suðuroyingum at ferðast umvegis Sandoynna, soleiðs sum Rúna Sivertsen mælir til. Orsøkin er heilt einfalt tann, at tað ber ikki til at sigla um suðuroyarfjørð við einari minni ferju enn gamli Smyril ella nyggi Smyril. Tað sigur fyrrverandi strandferðslustjórin, Reidar Nónfjall
Um vetur er farleiðin um Suðuroyarfjør óstespilig fyri aldu, vindi og kombinatiónum av ringum veðri, sigur Reidar Nónfjall.
- Fólk høvdu við einari minni ferju ikki torað at siglt hesa farleiðina um veturin við einari lítlari ferju. Ein slík loysn, sum Rúna Sivertsen mælir til, treytar sera umfatandi íløgur á Sandoynni til nýggja ferjulegu o. a., sigur hann
Reidar Nónfjall heldur, at ein møguligur Sandoyartunnil eigur onga ávirkan at fáa á Suðuroyarleiðina, sum vit kenna hana í dag, tí verður tað soleiðis, verður suðuroyarleiðin fyri stórum afturstigi tænastuliga.
- So latið verða við at tengja ætlaða Sandoyartunnilin og verandi Suðuroyarleið saman, eru greiðu boðini frá fyrrverandi strandferðslustjóranum. Hann heldur, at slíkar loysnir bera brá av at verða settar fram av fólkum, sum als ongar royndir hava av slíkari sigling, ganga mest eftir sløttum og ikki ferðast á farleiðini - annað enn um summarið.
KEYP SOSIALIN Í PDF-ÚTGÁVU HER!<a>