Fyrrverandi stjórnarleiðari fekk 24 ára fongsul

Fyrrverandi italski forsætisráðharrin, Giulio Andreotti, er dømdur 24 ára fongsul fyri at hava verið uppií, tá ein tíðindamaður varð myrdur í 1979.

Tann 83 ára gamli Giulio Andreotti hevur verið forsætisráðharri í Italia ikki færri enn sjey ferðir í árunum frá 1972 til 1992. Harafturat hevði hann lívslanga støðu sum senatorur.

Men hetta hjálpti honum ikki sunnudagin, tá rætturin dømdi hann sekan í at hava verið uppií, tá tíðindamaðurin Mino Pecorelli varð myrdur í 1979. Orsøkin til morðið var sambært ákæruvaldinum og dóminum, at Pecorelli hevði í umbúna at skriva eina bók, hvørs innihald fór at gera enda á politiska lívinum hjá Andreotti.

Hetta málið var fyri í einum øðrum rætti fyri trimum árum síðani, og tá varð Giulio Andeotti fríkendur. Ákæruvaldið legði alt fyri eitt dómin fyri hægri rætt, og har varð gamli politikarin sunnudagin dømdur sekur.

Sjálvur sigur Andreotti seg vera ósekan, og verjar hansara hava sagt, at teir fara at leggja málið fyri ovasta rættarmyndugleikan í Italia.

Núverandi italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, stuðlar Andreotti. Aftan á dómin segði Berlusconi, at dómurin sunnudagin var politiskur. Hetta er ikki fyrstu ferð, at forsætisráðharrin hevur lagt seg út í avgerðir hjá dómsvaldinum.