Fyrrverandi aðalskrivarin í ST, Boutros Boutros-Ghali, er í dag deyður, 93 ára gamal. Tað boðar ST frá í stuttari fráboðan.
Boutros Boutros-Ghali var føddur 14. november 1922 í egyptiska býnum Cairo, og er best kendur sum sætti aðalskrivarin í Sameindu Tjóða. Hann tók við starvinum sum aðalskrivari í 1992, og røkti sessin fram til 31. desember 1996, tá Kofi Annan tók við sum aðalskrivari.
BBC upplýsir, at Boutros Boutros-Ghali var fyrsti arabi, ið varð valdur í ein politiskan toppsess.
Hóast Boutros Boutros-Ghali ikki sat leingi sum aðalskrivari, so var tað í hansara tíð, at fólkamorðið í Rwanda varð framt og Jugoslavia upploystist.
Tað var eisini júst handfaringin av fólkamorðinum í Rwanda og kríggið í Jugoslavia, ið var orsøkin til, at hann ikki varð afturvaldur sum aðalskrivari.

Boutros Boutros-Ghali. Mynd: Polfoto
Fyrrverandi ST-aðalskrivari deyður

Boutros Boutros-Ghali. Mynd: Polfoto

Boutros Boutros-Ghali. Mynd: Polfoto

Boutros Boutros-Ghali. Mynd: Polfoto

Boutros Boutros-Ghali. Mynd: Polfoto

Boutros Boutros-Ghali. Mynd: Polfoto

Boutros Boutros-Ghali. Mynd: Polfoto