Fyrrverandi spyr núverandi

Páll á Reynatúgvu, fyrrverandi landsstýrismaður í almannamálum, hevur til tingfundin mikudagin sett verandi landsstýrismanninum, Hans Paula Strøm, fyrispurning viðvíkjandi sambýlinum fyri sinnisveik í Sandavági.
Páll á Reynatúgvu sigur, at nógvur goragangur tók seg upp tá ið hann vegna táverandi landsstýrið, keypti húsini undir Fobbakletti.
- Og ikki minst tá nývalda og partapolitiska forkvinnan í Sinnisbata, saman við miðlunum fóru at tyrpast rundan um hesi hús, gjørdist ágangurin á meg sum landsstýrismann øgiligur. Skipað varð fyri kravgongum, og húsini undir Fobbakletti, vóru lýst at vera snøgt sagt ónýtilig til endamálið, skrivar hann, samstundis sum hann fegnast um, at tað nú tykist vent í holuni hesum viðvíkjandi. Hetta skilt soleiðis, at fjølmiðlaviðgerðin av sambýlinum hevur verið munandi meira positiv hesa seinastu tíðina.
Tí vil Páll á Reynatúgvu hava at vita, hvørt nøkur viðurskifti er grundleggjandi broytt, í mun til upprunaligu almennu ætlanina við húsunum Undir Fobbakletti. Um Sinnisbæti hevur viðmælt ætlanini og um felagsskapurin nøgdur við hesa. Hvussu nógv búpláss eru á stovninum, og hvør kostnaðurin er fyri hesi. Hvørt brúkararnir eru viðgerðarkrevjandi brúkarar. Hvussu nógv fólk eru í føstum starvi á sambýlinum. Hvussu stórur samlaði rakstrarkostnaðurin av sambýlinum er. Og hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur, tá hann við bløðini sigur, at hetta ikki verður seinasta sambýlið av sínum slag.