Peter Arnfeldt, sum var spunasmiður hjá fyrrverandi skattamálaráðharranum Troels Lund Poulsen, er nú skuldsettur fyri at hava latið Ekstrablaðnum loyniligar upplýsingar um skattaviðurskiftini hjá Helle Thorning-Schmidt.
Hann kann fáa seks mánaðar fongsul, verður hann dømdur sekur.
Í síðstu viku var Peter Arnfeldt (myndin) til avhoyringar hjá teirri serligu skattanevndini, sum skal royna at staðfesta, hvør lat fjølmiðlunum loyniligar upplýsingar um skattaviðurskiftini hjá Helle Thorning-Schmidt.
Verjin hjá Peter Arnfeldt, Henrik Stagetorn, sigur við TV2, at hann er ovfarin av skuldsetingini. Hann sigur, at løgreglan hevur eina heilt aðra uppfatan av teimum seinastu avhoyringunum, enn hann sjálvur hevur.