Fyrrverandi spanski kongurin er flýddur til arabiskt land

Fyrrverandi spanski kongurin Juan Carlos hevur verið í Sameindu Arabisku Emiratunum síðani 3. august.

Tað váttar talsmaður í spanska hóvinum.

Juan Carlos er undir ákæru fyri at hava tikið ímóti 600 milliónum krónum í muturi frá Saudi-Arabia í sambandi við ein tokhandil.

í eini fráboðan 3. august segði hann, at hann fór úr Spania í óásetta tíð, og síðani er gitt, hvar hvaðar hann er farin.

Málið hevur skapt mikla øsing í Spania við kravi frá nógvum um, at fyrrverandi kongurin flýggjaður myndugleikunum, so hann kann setast fyri rættin.

Juan Carlos var kongur í 38 ár frá 1975 tyil 2014, tá hann legði frá sær og gav soninum, Felipe, krúnuna.

/ritzau/