Fyrrverandi sorinskrivari deyður

Jógvan Andreassen, sum var fyrsti Løgtingsins umboðsmaður, er deyður

Fríggjadagin doyði Joen Henry Andreassen, fyrrverandi sorinskrivari og Løgtingsins umboðsmaður, 85 ára gamal. 

Jógvan Andreassen, sum hann vanliga var kallaður, var ættaður av Strondum. Hann tók prógv sum løgfrøðingur í 1958. Eftir tað fór hann í starv hjá landsstýrinum, áðrenn hann eitt skifti starvaðist í danska løgmálaráðnum og frá 1960 til 1964 sum dómarafulltrúi í rættinum í Roskilde. 

Í 1969 kom Jógvan Andreassen heim at arbeiða í Føroya Rætti. Í 1977 varð hann sorinskrivari og frá 1994 til 2001 fyrisitingarligur sorinskrivari i Føroya Rætti.

Í 2001 varð Jógvan Andreassen kosin fyrsti Løgtingsins Umboðsmaður, og hann røkti starvið fram til 2005.