Fyrrverandi ráðharri upp í Ny Alliance

Fyrrverandi radikali mentamálaráðharrin Ebbe Lundgaard fer upp í Ny Alliance. Ebbe Lundgaard, sum er formaður í donsku keypssamtøkuni, hevur alla tíðina sagt, at hann tók undir við teimum politisku hugsjónunum hjá Ny Alliance. Hann fer tó ikki upp í flokkin, fyrr enn hann leggur frá sær sum formaður í FDB.

Ebbe Lundgaard hevur verið limur í Radikala Vinstra í mong ár, men í síðstu viku fór hann úr flokkiinum.

Ny Alliance hevur fingið eitt kent navn afturat. Tað er Bjarne Møgelhøj, sum hevur verið ein av oddamonnunum hjá Centrumdemokratunum.