Fyrrverandi norskur fiskimálaráðharri deyður

Bjarne Mørk-Eidem er deyður eftir stutta sjúkralegu. Hann var fiskimálaráðharri árini 1986 til 1989.

 

Tað er familjan hjá Bjarne Mørk-Eidem, sum í dag kunnar um deyðsfallið á sosialu miðlunum, og tað eru norskar heimasíður, sum endurgeva familjuna.

 

Hann var fiskimálaráðharri í Gro Harlem Brundtland stjórnini árini 1986 til 1989, og nú hann doyði, var hetta sambært familjuni eftir stutta sjúkralegu.

 

Árini gjørdust 85.

 

Mørk-Eidem var úr Vega í Nordland. Hann umboðaði Arbeiðaraflokkin og hevur eisini verið formaður í Nordland Arbeiderparti.

 

Hann varð valdur í Stórtingið í 1969 og sat heilt fram til 1993. Bjarne Mørk-Eidem var ríkisgrannskoðari og leiðari av Ríkisgrannskoðanini árini 1990 til 2005.