Miðverjin úr Norra hevur gjørt sáttmála við KÍ fyri komandi kappingarár og verður tøkur frá 6. februar. Tað skrivar KÍ á heimasíðu síni nú seinnapartin í dag.
Vegard Forren, sum er 35 ár, hevur áður umboðað Molde, Southampton, Brighton, Brann og Træff.
Hann hevur spælt 329 dystir í bestu deildini í Norra, 33 A landsliðsdystir og var einaferð seldur fyri umleið 40 milliónir kr.
– Ikki hissini CV, sum nýggi KÍ leikarin, Vegard Forren, hevur, skrivar KÍ á heimasíðu síni.










