Fyrrverandi løgmaður stillar upp

Ein av tungvektarunum hjá Sambandsflokkinum ger come-back í landspolitikki.

Toppskorarin hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið, Edmund Joensen, stillar upp til løgtingsvalið.


Umframt at hava verið fyrrverandi fólkatingslimur, so hevur Edmund Joensen eisini verið løgmaður, løgtingsformaður og floksformaður hjá flokkinum.


Sjálvt um tað ikki skuldi eydnast Edmundi Joensen at fáa tær 2.416 atkvøðurnar, ið hann fekk til fólkatingsvalið, so er lítil ivi um, at listin er munandi styrktur til komandi løgtingsval.