NSÍ arbeiðir í løtuni við at fáa styrk til sentrala miðvøllin. Felagið hevði fyri tveimum vikum síðani AB leikaran, Bárður Olsen, til royndarvenjing, sum seinni tó valdi at leingja sáttmálan við AB.
Í komandi viku kemur tó ein nýggjur maður til royndarvenjing hjá NSÍ.
Talan er um eitt lutfalsliga stórt navn í donskum fótbólti, sum tó ikki enn hevur fingið nokk burturúr evnunum. Miðvallarleikarin, Nicolaj Køhlert, sum síðani 2012 hevur spælt á besta liðnum hjá Silkeborg kemur til landið í kvøld, og royndarvenur hesa komandi vikuna. Hetta váttar Sonni L. Petersen fyri in.fo.
- Vit fáa ein danskan miðvallara til landið í kvøld, sum venur við okkum komandi vikuna. Síðani er ætlanin at gera leigusáttmála við danska leikaran fram til summarsteðgin fyribils.
23 ára gamli, Nicolaj Køhlert, skifti í 2009 frá Esbjerg til Liverpool, har hann spældi í tvey ár. Síðani spældi hann eisini eitt ár við Glasgow Rangers, áðrenn hann í 2012 skifti til Silkeborg, har hann hesi seinastu árini hevur verið nógv rundanum besta liðið.
Afturat tí hevur Nicolaj Køhlert eisini royndir frá U-16, U-17, U-18, U-19 og U-20 landsliðnum hjá Danmark.
Nýggi NSÍ venjarin, Anders Gerber, hevur áður starvast sum hjálparvenjari hjá júst Silkeborg, har Nicolaj Køhlert tey seinnu árini hevur spælt.