Marton Fulop, sum í nógv ár spældi í enskum fótbólti, er deyður bert 32 ára gamal. Deyðsorsøkin sigst at vera krabbamein. Í 2013 fekk Fulop staðfest krabbamein, tí at hann hevði ein svull í eina arminum. Hann fekk tó spælt fótbólt í eina tíð afturat, men fyrr í dag varð staðfest, at ungarski málverjin er deyður í besta aldri.
Sæð við føroyskum brillum er áhugavert, at Marton Fulop og Gunnar Nielsen vóru liðfelagar í eitt stutt skifti. Hetta var í 2010, tá ið málmenninir báðir umboðaðu Manchester City. Fleiri av vanligu málmonnunum hjá Manchester City vóru skaddir, og hetta gjørdi, at Gunnar Nielsen hin 24. apríl 2010 varð skiftur inn fyri Shay Given í útidysti ímóti Arsenal. Tað gekk fínt hjá Gunnari í hesum dystinum, men táverandi venjarin hjá Manchester City, Roberto Mancini, hevði ikki nóg stórt álit á føroyska málverjanum, og valdi tískil at gagnnýta sær av møguleikanum at leiga málmann úr øðrum felagi. Tá valdi Mancini at leiga Fulop, ið tá var eykamálmaður hjá Sunderland. Fáir dystir vóru eftir av tí Premier League-kappingarárinum, og Fulop vardi búrið restina av 09/10-kappingarárinum, meðan Gunnar Nielsen sat á bonkinum.
Marton Fulop náddi at spæla 24 landsdystir fyri Ungarn. Eisini hevði hann drúgva yrkisleið í enskum fótbólti, har hann umboðaði feløg sum Tottenham, Sunderland og West Bromwich.









